Altjóða Alzheimerdagur
Altjóða Alzheimerdagur 21. september
Hvussu skapa vit eitt samfelag, har fólk við demens og teirra avvarðandi trívast?
Á Altjóða Alzheimerdegnum 21. september skipar Alzheimfelagið fyri áhugaverdum tiltaki í Løkshøll.
Viljin at skapa eitt demensvinarligt samfelag er til staðar í Føroyum, og nógvar eldsálir og dugnalig starvsfólk arbeiða innan demensøkið. Men enn vanta grundleggjandi tilboð, og tænastan er sera misjøvn kring landið.
Tí hevur Alzheimerfelagið á Altjóða Alzheimerdegnum í ár valt at varpa ljós á teir karmar og tilboð, vit hava, til fólk við demens í Føroyum, og hvat ið vantar.
Við yvirskriftini «avvarðandi» og við støði í teirra royndum og perspektivi seta vit spurningin: ”Hvussu kunnu vit skapa eitt samfelag, har fólk við demens og teirra avvarðandi hava eitt so gott, so virðiligt og so virkið lív sum til ber?”
Hesin spurningur verður lýstur fjølbroytt m.a. gjøgnum gransking hjá Barbaru Egilstrøð um upplivingar hjá avvarðandi. Vit tosa eisini við veruligu serfrøðingarnar – tey ið liva við demensi – um hvørji tilboð og tænastur teimum tørvar fyri at kunna liva eitt gott lív við sjúkuni.
Alzheimerfelagið lýsir yvirskipað tilboð á demensøkinum, og hvat eftir okkara tykki vantar. Og so eru vit fegin um at kunna savna serfrøðingar og fleiri teirra, ið varða av demensøkinum – kommunur, Almannaverk, leiðarar og granskarar til áhugavert kjak.
So hevur tú áhuga fyri, hvussu vit kunnu skapa eitt demensvinarligt samfelag, ert tú hjartaliga vælkomin til eitt hugnaligt, læruríkt og vónandi hugvekjandi kvøld við fyrilestrum, práti og kjaki.
Hvar: Løkshøll í Runavík kl. 19.00-21.30.
Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug. Trýst á keypsknøttin og melda til.