Konsert við Guðrun & Bartal

‘Vónin er’ 10 ár

Leygarkvøldið 14 oktobur verður konsert við Guðrun og Bartal í Løkshøll í samband við, at 10 ár eru liðin síðan teirra debut-útgáva 'Vónin er' kom út. 

Guðrun og Bartal sníktu seg inn á føroyska tónleikapallin, tá tey í 2011 vunnu tónleikakappingina Sement. Seinni sama árið gjørdust tey nummar tvey til sangskrivarakappingina hjá Amnesty, Fræls og janvlík, við sanginum ‘Hygg rundan um’. Á heysti 2012 byrjaðu upptøkurnar til útgávuna, Vónin er, í Studio Bloch. Benjamin Petersen framleiddi, spældi ljóðføri og ljóðblandaði, meðan Mikael Blak spældi bass og tangentar, Høgni Lisberg trummir, ásláttur og kór, Per I. Højgaard ásláttur, Jákup Zachariasen steel gittar, Tóri Restorff Jacobsen sello, Angelika Nielsen violin og bratsj, Finnur Koba sang, Hans Marius Ziska kór.

Útgávan fekk sera góða móttøku, og góðu sangirnir, kensluborna vakra røddin hjá Guðrun og lyrisku gittarstrofurnar hjá Bartali fóru beint inn í hjørtuni hjá nógvum føroyingum. So um tær dámdi heitislagið 'Vónin er', 'Tilvitskuleinkjur', 'Vinurin' ella okkurt heilt annað av teim 10 løgunum á útgávuni, so hevur tú møguleikan at hoyra hesi á konsertini leygarkvøldið 14. oktober kl. 20.00

Tey, ið fara at manna bólkin eru: Per I. Højgaard Petersen trummur & ásláttur, Hjørtur Pætursson Háberg trummur & ásláttur, Torleik Mortensen bass, Mattias Kapnas tangentar, Kristian Pauli Ellefsen tangentar, Sanna Bæk Hoydal kór & Rebekka Petersen kór. Kristoffer Mørkøre ljóðblandar.


Byrjar:
14. oktober 2023
Frá kl.:
20:00
Til kl.:
21:30
Prísur:
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík