Altjóða Sálarheilsudagur

Altjóða sálarheilsudagur 2023

Ung og sálarheilsa - fyribyrgjandi og sálarheilsufremjandi átøk

Á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktobur 2023 seta vit sálarheilsuna hjá ungum á breddan. Tað er nógv gransking, sum bendir á, at sálarligi trivnaðurin hjá ungum um allan heim er í afturgongd. Hóast hetta, eru møguleikarnir fyri at kunna fáa hjálp - her og nú - rættiliga sperdir. Vit síggja eitt stórt trýst á vælferðarskipanunum í Føroyum, eins og vit síggja í øllum norðurlondum. Norðurlendsku vælferðarskipanirnar eru í alt størri mun grundaðar á viðger og í minni mun á fyribyrgjandi arbeiði og sálarheilsufremjandi átøk.

Skrá:
Kl. 19:00-19:10 Vælkomin
Niclas Heri Jákupsson spælir eitt nýtt lag til høvið.

Kl. 19:10-19:30 Úrslit úr kvalitativari kanning um sálarheilsuna hjá ungum í Føroyum
Annika Helgadóttir Davidsen frá Fróðskaparsetur Føroya og Monika Mohr úr Fólkaheilsustýrinum leggja úrslit fram úr eini kvalitativari kanning, sum varð gjørd fyri Fólkaheilsuráðið (nú Fólkaheilsustýrið), ið snýr seg um, hvat ávirkar sálarligu heilsuna hjá føroyskum ungum.

Kl. 19:30-19:50 Hvussu fremja vit trivnað millum ung?
Jonas Begnigna, ráðgevi í Headspace Danmark, greiðir frá um ungdómsráðgevingartilboðið Headspace og royndirnar í Danmark.

Kl. 19:50-20:10 Fyribyrgjandi arbeiði og royndir úr Íslandi
Eva Ólafsdóttir, kliniskur leiðari í Headspace Ísland, greiðir frá um fyribyrgjandi arbeiði við ungum og royndir við Headspace í Íslandi.

Kl. 20:10-20:25 Steðgur

Kl. 20:25-20:45 Avbjóðingar í norðurlendsku vælferðarskipanunum í dag
Tom Guldberg, stjóri í Headspace Noregi og ein av stovnarunum av Nordic Headspace, greiðir frá um nýggja norðurlendska samstarvið við røtum í sivilsamfelagnum, sum skal vera við til at skapa nýggjar fyribyrgjandi og sálarheilsufremjandi loysnir í øllum Norðurlondum.

Kl. 20:45-20:50 Sálarheilsuvirðislønin 2023 verður kunngjørd og handað

Kl. 20:50-21:15 Orðaskifti

Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug. 

Hjartaliga vælkomin. 

Byrjar:
10. oktober 2023
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
21:00
Prísur:
Tilmelda
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík