Ráðstevna um Ríkisfelagsskapin og Norðurlendskt samstarv

Ráðstevna um Ríkisfelagsskapin og Norðurlendskt samstarv

Eru tað rembingar í ríkisfelagsskapinum millum Grønland, Føroyar og Danmark? Hvør er orsøkin til, at misnøgdin kemur fram ferð eftir ferð. Eru tað aðrir mátar hjá hesum trimum londum at skipa felagsskapin? Hvørja avleiðing fær øðrvísi felaggskapur millum londini á norðurlendska samstarvið?

Hesir spurningar verða svaraðir á ráðstevnu um Ríkisfelagsskapin og Norðurlendska samstarvið, sum Norrøna Felagið og Fróðskaparsetrið skipa fyri í felag tann 28. september.

Til at svara hesum spurningum hava vit fingið Bertel Haarder, fyrrverandi fólkatingsmann og Michael Zilmer-Johns, fyrrverandi sendimaður fyri danska uttanríkisráðið. Saman við hesum báðum dønum verða innlegg eisini fra Jens Christian Svabo Justinessen, samfelagsfrøðingi og Bárður Larsen, juristi, sum báðir arbeiða á Setrinum.

Í panelkjakinum luttaka Axel Vilhelmson Johannesen, formaður í javnaðarflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, formaður í sambandsflokkinum og Bjarni Kárason Petersen, ráðharri í norðurlandamálum.

Ráðstevnan verður 28. september kl 13:00 til 16:30 í Løkshøll, Runavík.
Ráðstevnan er ókeypis, men neyðugt er at melda til. 
Skrá og tilmelding á heimasíðuni hjá Norrøna felagnum https://norden.fo/limira/tilmelding

Byrjar:
28. september 2023
Frá kl.:
13:00
Til kl.:
16:30
Ókeypis
Tilmelda
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík