Konsert í Rituvíkar kirkju

Kári Sverrisson og Óli á Grindafløtti mannaðu í nógv ár bólkin ENEKK saman við Agnar Lamhauge, og konsertin í Rituvíkar kirkju sunnudagin 1. oktober fer eisini at fevna um tilfar av útgávum hjá ENEKK. Harumframt fara teir báðir at framføra løg til yrkingar eftir Jóanes Nielsen o.o. umframt løg úr verkætlanum, teir hava gjørt saman við Hans Jacob Kollslíð. Til hesa konsertina fara teir eisini at framføra heilt nýtt tilfar til yrkingar eftir íslendska Einar Már Guðmundsson.

Hjartaliga vælkomin til konsertina, sum er partur av hátíðarhaldinum 'Rituvík 150 ár'.

Byrjar:
1. oktober 2023
Frá kl.:
16:00
Til kl.:
17:00
Ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík