Kvøldseta á Skála

Skaldsøgan Moby Dick (1851) eftir amerikanska rithøvundin Melville verður mett sum ein tann týdningamesta skaldsøgan í 19.øld. Í stuttum er hon ein frásøgn hjá hvalaveiðumanninum Ismael um lívið umborð á skipinum Pequod og jagstranini eftir risastóra hvíta avgustinum Moby Dick. Byggjandi á søguligar hendingar viðger skaldsøgan ein hóp av fyribrigdum og viðurskiftum. Millum evnini og fortreytirnar fyri skaldsøguni kunnu nevnast vesturlendsk heimspeki, Bíblian, Shakespeare, tann maritima tilveran, ídnaðarlig hvalaveiða, samfelagsfatan, náttúrufatan o.m.a.   

Jógvan D. Hansen, námslektari, leggur fyri við einum uppleggi. 

Tiltøkini verða í Dansistovuni í Funningi týskvøldið 12. september, í skúlanum á Skála týskvøldið 24. oktober og á Bókasavninum við Løkin 14. november kl. 20.00.

Tiltøkini eru fyriskipað sum eitt óformelt upplegg og prát, har høvi verður at skifta orð og seta spurningar. Til ber at keypa kaffi og okkurt afturvið.

Avmarkað atgongd.   

Byrjar:
24. oktober 2023
Frá kl.:
20:00
Til kl.:
21:30
Ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík