Filmur: Asteroid City
Wes Anderson: Asteroid City
Asteroid City er nýggjasti filmurin hjá amerikanska leikstjóranum Wes Anderson. Søgan fer fram í einum uppspunnum amerikanskum oyðimarkarbýi mitt í 1950unum. Ein vísindalig ráðstevna verður fyriskipað, sum hevur til endamáls at fáa foreldur og lesandi í øllum landinum at fylkjast og luttaka í kappingum. Men ráðstevnan verður á ein dramatiskan hátt brádliga órógvað av hendingum, sum ávirka allan heimin.
Wes Anderson hevur ein heilt egið filmsmyndamál, sum kemur til sjóndar í litum, senografi, humor og persónsmenskum. Tey, ið spæla høvuðsleiklutirnar í filminum eru Tom Hanks, Margot Robbie, Scarlett Johansson, Bryan Cranston og Willem Dafoe.
Filmurin er 103 min.
Hygg eftir trailaranum her
Byrjar:
3. oktober 2023
Frá kl.:
19:30
Til kl.:
21:15
Prísur:
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo