Rithøvundavitjan í Glyvra kirkju: Jón Kalman Stefánsson

Rithøvundavitjan í Glyvra kirkju
Jón Kalman Stefánsson

Hóskvøldið 16. november kl. 20

Jón Kalman Stefánsson (f. 1963) er ein av virknastu prosahøvundum í Íslandi. Hann hevur fingið nógvar virðislønir fyri skaldskap sín, bæði í Íslandi og og í øðrum londum, og fleiri ferðir hevur hann verið tilnevndur til Bók­mentavirðisløn Norður­landaráðsins.
Sprotin hevur givið út hansara skaldsøgutríverk  'Himmal og helviti', 'Harmur einglana' og 'Hjarta mansins', sum hjúnini Þóra Þóroddsdóttir og Martin Næs hava týtt til føroyskt.

Í fyrstu skaldsøguni 'Himmal og helviti' verður lesarin drigin inn í lítla útróðrarbygd á Vestfjørðum fyri stívliga hundrað árum síðan, har treystir menn leggja til havs um dagarnar og berjast við sjálva náttúruna. Í frásøguni er ungur, navnleysur maður, ikki kallaður annað enn “drongurin”, og vinur hansara Bárður. Teir rógva út saman á einum seksæringi. Í skaldsøguni 'Harmur einglana' eru drongurin og postmaðurin staddir í kavaroki millum bygdir – uppi á fjøllunum, har teir møta deyðanum. Í triðju og seinastu bókinini í tríverkinum 'Hjarta mansins' býr drongurin heima hjá Geirtruð, eini stívrendari og treiskari kvinnu, ið má berjast fyri sjálvræði ímóti keypmonnunum í bygdini og øðrum máttmiklum monnum. Í bygdini snýr alt seg framvegis um fiskiskap, men eisini her ger tann nýggja tíðin vart við seg, telefonin kemur í bygdina, nýggj skip og nýggj hugskot.

Jón Kalman Stefánsson vitjar Føroyar í sambandi við Bókadagar í Norðurlandahúsinum. Á skránni fyri tiltakið í Glyvra kirkju hóskvøldið 16. november kl. 20.00 fer borgarstjórin Torbjørn Jacobsen at bjóða vælkomin. Jón Kalman fer at lesa nøkur úrvald brot úr tríverkinum á íslendskum og Martin Næs fer síðani at lesa sama brot á føroyskum. Ímillum upplestrarnar fara Kári Sverrisson og Óli á Grindafløtti at framføra nøkur viðkomandi løg til høvið.

Tiltakið varir ein góðan tíma og er ókeypis.

Tað eru Aðalkonsulát Íslands í Føroyum og Runavíkar kommuna, sum í felag skipa fyri tiltakinum. 

Byrjar:
16. november 2023
Frá kl.:
20:00
Til kl.:
21:15
Ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík