Tá kríggið er liðugt

TÁ KRÍGGIÐ ER LIÐUGT

- leikurin, sum Det Ferösche Compagnie hevur pallsett saman við ukrainska leikstjóranum Serhii Ilin, verður nú sýndur í Løkshøll í november.

M.A. Jacobsens virðislønti leikbólkurin Det Ferösche Compagnie hevur veruliga gjørt vart við seg í ár. Stórverkið LEAR KONGUR elvdi til mikið kjak tá Alzheimer´s rakta sjónleikarakvinnan Birita Mohr spældi høvuðsleiklutin sum aldrandi kongurin. Og leikurin LYKKENBORG hevur fingið flog undir veingirnar. Undir heitinum CASTLE OF JOY varð hann sýndur á altjóða festivalinum IETM í ár og í februar 2024 verður hann sýndur í mentanardeplinum The Barbican í London.

Til hendan leikin samstarvar DFC við ukrainska leikstjóran Serhii Ilin, ið flýddi undan krígnum í heimlandinum Ukranina og kom sum flótti til Føroyar í september í fjør

Hin 22. februar í 2022 hevði Serhii frummframførslu í leikhúsi í heimbýnum Odessa av einum leiki sum hann hevði leikstjórna. Tveir dagar seinni gjørdi russiski herurin innrás í Ukraina. Leikurin var umgangandi niðurlagdur, tí leikhúsið skuldi nú brúkast til sjúkrahús. Serhii flýggjaði undan einum, sambært honum, skilaleysum kríggi.

Við leikinum "Tá kríggið er liðugt" ynskir hann, saman við Det Ferösche Compagnie, at geva føroyingum eina fatan av, hvat kríggj ger við menniskju.

Leikurin snýr seg um ein sovjetskan hermann og eina týska kvinnu, sum hittast á hermótinum í Berlin stutt áðrenn 2. verðaldarbardagi endar

Leikverkið er framleidd saman við Norðurlandahúsinum í samstarvið við Reyða Kross Føroyar og Rød Kross Danmark

Toymi:
Leikstjóri: Serhii Ilin
Leikrit: Pavel Pryazhko
Tónleikur:  Ekaterina Pronoza
Ljóðmynd: Jens L. Thomsen
Ljóssnið: Villiam Soo Joensen
Pallmynd - Iryna Tolochko
Týðing: Trygvi Danielsen og Olga Markelova
Leikarar: Búi Dam og Kristina Sørensen Ougaard
Framleiðsla: Durita Sumberg
Myndir: Franklin Hendriksen


Byrjar:
25. november 2023
Frá kl.:
18:00
Til kl.:
19:15
Prísur:
250 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík