Disneyfilmur: Ynskið
'Ynskið' - Disneyfilmur fyri alla familjuna
Familjufilmurin "Ynskið" (Wish) er ein episkur animeraður sangleikur, sum setur spurningin, hvussu ynskistjørnan av fyrstan tíð varð til, stjørnan, sum so mong hava hugt eftir meðan tey siga henni frá sínum dreymum. Filmurin fer fram í ynskiríkinum 'Rosas'. Her hitta vit 17 ára gomlu Asha, ein skilagóð og jalig genta, sum hugsar nógv um samfelagið, hon býr í.
Ein dagin, tá ið Asha er serliga ørkymlað, sendir hon eitt ynski til stjørnurnar, og tær svara aftur við at senda henni eina lítla orkuríka kosmiska kúlu, sum kallast Star. Asha og Star koma í stríð við farligar fíggindar fyri at bjarga samfelagnum og prógva, at tá ið ein djarvur persónur fær samband við stjørnugand henda undurfull ting.
Ein fittur Disneyfilmur til jóla, har ynskir eisini eru í hásæti.
Sí trailara her