Sjónleikur: LORTIÐ

LORTIÐ (La Merda) eftir Cristian Ceresoli

Leikhús SKIFT og GUT//productions, í samstarvi við Frida Kahlo Productions og Richard Jordan Productions, við sjónleikinum LORTIÐ (La Merda)

Í sjónleikinum, LORTIÐ (La Merda), eftir Cristian Ceresoli møta vit eini ungari kvinnu, ið er til reiðar at gera alt sum skal til fyri at blíva kend, vinna heiður og fáa viðurkenning. Hon vil MEYKA DA. Hon vil hava sukse í einum forbrúkarasamfelagi - har hon sjálv er vøran.

LORTIÐ (La Merda) eftir Cristian Ceresoli er eitt modernað, samtíðar evropeiskt verk, sum djarvt, listaligt, groteskt, stuttligt og fantasifult spælir seg fram til eina ræðandi og forvitnisliga dystopi.

Unga kvinnan á pallinum kýtir seg við øllum hon eigur og hevur í sær, men veit ikki sjálv, at hennara egna kvinnuideal og sjálvshatur, eru um at gera av við hana.

Við eldhugaðum offurvilja, full av orku, longsli, vreiði, sorg og eini naivari trúgv uppá, at hon fær sukse, um hon bert er tilreiðar at offra og gera tað sum skal til, letur hon orðini floyma niður í eina mikrofon og út yvir áskoðararnar. Alt meðan hon sannførir seg sjálva, og tey sum lurta, at bara hon kýtir seg, er djørv og etur eyðmýkingarnar í seg, so skal hon nokk klára tað - MEYKA DA.

LORTIÐ (La Merda) eftir Cristian Ceresoli hevur vunnið hópin av altjóða prísum og viðurkenningum. Leikurin setur samleika, sjálvsfatan, internalisering, etingarólag, sexismu og strukturellar avbjóðingar hjá eini ungari kvinnu í einum forbrúkarasamfelagi á breddan. Einum forbrúkarasamfelagi, ið er fongt av søguligari valdsójavnvág millum rík og fátøk, menn og kvinnur, sterk og veik - har øll liggja undir fyri onkrum.

Leikurin er eitt sorgarkvæði, ið nertur við eina røð av teimum viðurskiftum, sum koma til sjóndar í einum samfelagi har klassisku strukturarnir eru við at fara í upploysn - og fylgjurnar av strukturellu samfelagsbroytingum eru, at vit fáa eitt vaksandi prækariat av fólki, sum aldri fáa fótað sær í eini fastari arbeiðstilveru. Eini tilveru, ið hevur so stóra ávirkan á samleika, fíggjarviðurskifti, status, møguleikar og frælsi hjá tí einstaka. Í føroysku uppsetingini er tað Durita Dahl Andreassen, sum situr á pallinum og tulkar orðini, meðan Marita S. Dalsgaard leikstjórnar.

LORTIÐ (La Merda) er upprunaliga skaptur av Cristian Ceresoli í samstarvi við sjónleikarinnuna, Silivu Gallerano, og framleiddur av Frida Kahlo Productions, Richard Jordan Productions og Produzioni Fuorivia í samstarvi við Summerhall.

Tá ið LORTIÐ (La Merda) varð frumsýndur á Edinburgh Fringe Festival í 2012, sendi hann skjálvtar gjøgnum altjóða leiklistaheimin. Leikurin varð róptur eitt leiklistaligt fenomen, og hevur síðani verið spældur í London, Edinburg, Oslo, Sao-Paulo, Adelaide, Berlin, Lisbon, Keypmannahavn, Vancouver og verið á leikferð um alt Italia. Hann hevur m.a. spælt á Soho Theatre (London), Adelaide International Festival og Maxim Gorki Theater (Berlin). Upprunaliga viðurkenda uppsetingin er framvegis á leikferð á altjóða pallum, men í Runavík verður møguligt at síggja føroysku uppsetingina, tá ið Leikhús SKIFT og GUT//Productions í samstarvi og við seravtalu við Frida Kahlo Productions og Richard Jordan Productions sýna LORTIÐ (La Merda) í Løkshøll 11. og 12. november.

Longd: 70 min.

Aldursmark: 16 ár

Luttakarar

Tulking: Durita Dahl Andreassen
Leikstjórn: Marita S. Dalsgaard
Tekstur: Cristian Ceresoli
Umseting: Marita S. Dalsgaard
Rúm: Marita S. Dalsgaard og Durita Dahl Andreassen
Ljós: Súni Joensen
Grafikkur: Kirstin Helgadóttir
Útgerð og tøkni: Steingrund
Foto: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Smyrsl: Billa Jenny Jónhardsdóttir
Framleiðsla: GUT//Productions og Leikhús SKIFT í samstarvi við Frida Kahlo Productions og Richard Jordan Productions

Byrjar:
11. november 2023
Frá kl.:
16:00
Til kl.:
17:10
Prísur:
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík