Filmur: Maestro
Filmurin 'Maestro' snýr seg um legendariska Broadway tónaskaldið og dirigentin Leonard Bernstein, sum m.a. hevur gjørt tónleik til sangleikin 'West Side Story'. Leonard, ella Lenny, sum hann eisini varð kallaður, hevði eitt heldur turbulent kærleikslív. Filmurin snýr seg eisini um fløkjaliga hjúnarbandið við konuna Felicia Montealegre. Tey hittust á fyrsta sinni til eina veitslu í 1946 og hóast tey vóru gift í 25 ár so var talan um eitt rættiliga disharmoniskt parlag.
Tað er Bradley Cooper, ið spælir høvuðsleiklutin og hann hevur harumframt eisini leikstjórnað og samskrivað filmsritið. Carey Mulligan spælir leiklutin sum konan Felicia.
Allur tónleikurin, ið er at hoyra í filminum, hevur Bradley Cooper sjálvur valt út, og soleiðis sigur dirigenturin Yannick Nézet-Séguin, sum, saman við The London Symphony Orchestra, hevur staðið fyri upptøkunum til filmin:
"Tað hevur verið ein sonn æra at arbeiða saman við Bradley. Hansara innlit og vitan um Bernstein og virðingin fyri tónleikinum eru einastandandi og autentiskt, og so megnar hann at brúka øll kensluløg í klassiskum tónleiki fyri at røkka út og skapa samband við øll, og vit vóna, at hetta fer at geva íblástur til komandi ættarlið"
Hygg eftir trailara her