Konsert við Bjørn Eidsvåg

Fólkakæri Bjørn Eidsvåg í Løkshøll

Fólkakæri norski trubadururin Bjørn Eidsvåg verður høvuðsnavnið á árligu mentanarvikuni í Runavíkar kommunu, og er klárur at rúnarbinda áhoyrararnar við sínum lívsvísu sangum leygarkvøldið 27. apríl í Løkshøll. Í løtuni spælir hann fyri fullsettum konserthúsum í heimlandinum, og vit eru fegin, at hann hevur játtað at koma til Føroyar at framføra
komandi ár.

Yrkið sum prestur innan sálarsjúkuøkið hevur havt stóra ávirkan á sangirnar hjá honum; teir eru sterkir og rúmligir við stórum tokka til søgusigan, og góðu løgini samantvinna pop, soul, funk, friðaligar bossanova og jazz. Bjørn Eidsvågs er serstakliga nærverandi á pallinum og deilir fegin sínar persónligu søgur við áhoyrararnar.  

Hann hevur lagt navn til 28 útgávur og yvir 10 milliónir spælingar á Spotify. Í desember 2020 kom útgávan 'Tapt Paradis', sum er fyrsta solo-útgávan í sjey ár, og søgan um Adam og Evu í Eden hevur givið íblástur til sangirnar.

Bjørn Eidsvåg hevur ein væl samanspældan bólk við sær til hesa forkunnugu konsertina í Løkshøll leygarkvøldið 27. apríl kl. 19.30


Byrjar:
27. apríl 2024
Frá kl.:
19:30
Til kl.:
21:00
Prísur:
350 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík