Konsert: Trý við kanti

Trý við kanti

Løkshøll hevur bílagt trý háaktuel føroysk tónleikanøvn til hesa konsertina, sum fyrst og fremst er ætlað teimum ungu

nönne

Jónas Langgaard, sum spælir tónleik undir navninum nönne, er sangari, sangskrivari og framleiðari úr Saltangará, sum hevur fingist við tónleik í fleiri ár. Í 2023 útgav hann sína debutplátu "Back to U". Jónas vitjaði sendingina LEITISSTEIN í september í '23, og verturin Uni hevur kallað hann "eitt tað mest spennandi samtíðarnavnið á føroyska tónleikapallinum". Til hesa konsertina hevur Jónas eisini bólk við sær á pallin og vit gleða okkum at bjóða lokala artistinum á pallin í Løkshøll.

aggrasoppar

Tey kalla seg ein 'flowerpunk naprap' bólk og hava nýliga verið á konsertferð runt um í Evropa, har startsskotið var luttøka á kenda showcase Reeperbahn Festivalinum í Hamburg. Seinasta árið hevur verið eitt spennandi og hendingaríkt ár fyri bólkin. Tey vunnu tónleikakappingina Sement í apríl, og hetta hevði við sær, at tey luttóku á showcase festivalinum SPOT í Århus. Síðani gekk leiðin til festivalin 'The Great Escape' í Brighton í Englandi, og í november vóru tey eisini boðin við til Iceland Airwaves. Tey, ið mynda bólkin eru Eyðfinn Bogason Lamhauge, Dania O. Tausen og Trygvi Danielsen, men til konsertina í Løkshøll verður ikki spart uppá krútið, tí hava tey eisini fýra tónleikarar afturat sær við á pallin.

RSP

Kanska teimum ikki nýtast tað stóru presentatiónina, tí RSP hevur fingið allar teir størstu tónleikapallarnar í Føroyum at kóka seinasta árið við sínum fangandi og fríu framførslum. Hóast bólkurin er umstrýddur vegna provokerandi tekstirnar, so vóru tað fá, ið megnaðu at standa still og ikki syngja við, tá ið teir tríggir, Heini Ronnason á Heygum, Steingrímur Hallson og Bjarki Jónsson borðreiddu við landaplágum so sum 'Uttanfyri mína hurð' og 'Hygg eftir mær' á stóra pallinum á Summarfestivalinum 2023. Lagt er upp til eitt brak av einari finalu, tá ið teir tríggir trína á pallin í Løkshøll.

Byrjar:
25. apríl 2024
Frá kl.:
20:00
Til kl.:
23:00
Prísur:
295 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík