Eykakonsert

EYKAKONSERT

Tina Dickow og Helgi Jónsson eru heilt einsamøll á pallinum, tá ið tey bjóða innar til hesa forkunnugu konsertina. Tey bæði hava verið tónleikastarvsfelagir síðani 2008, so gjørdust tey par og hava nú í fleiri ár búleikast og virkað í Íslandi.

Tey hava innspælt fimm av útgávunum hjá Tinu og tvær hjá Helga í teirra heimastudio uttanfyri Reykjavík, og skrivað nógvan tónleik saman, m.a. fleiri av teim stóru hittunum hjá Tinu, so sum 'Someone You Love', 'You Wanna Teach Me To Dance', 'Fancy' og 'Welcome Back Colour'.

Seinastu mongu árini hava tey eisini spælt ørgrynnu av konsertum saman í ymiskum bólkum og samanhangum runt um í heiminum, men í 2024 fara tey á fyri fyrstu ferð á konsertferð sum ein duo til fleiri evropiskar býir, herundir Amsterdam, London, Keypmannahavn og Reykjavík. Og vit eru fegin um, at Løkshøll í Runavík nú eisini stendur á konsertskránni.


Hetta verður ein innilig og persónlig konsert, har Tina og Helgi vísa, hvat tey tónlistarliga duga saman og vit fáa eisini søguna um, hvussu tey hittust og hvussu ein ræðulig byrjan gjørdist til 'happy ending'.


"Konsertin verður kanska meira teatralsk enn vanligt, tí vit vilja fegin siga søgur við orðum og sangum. Vit hava so nógv uppá hjartað, bæði tá tað snýr seg um tónleikin og leiklutin, sum tónleikurin hevur í okkara lívi og søgu. Eg gleði meg sera nógv til hesar øðrvísi konsertirnar, har vit loyva áhoyrarunum at koma eitt sindur tættari at okkum enn teir plaga" sigur Tina.

Byrjar:
12. apríl 2024
Frá kl.:
20:00
Til kl.:
22:00
Prísur:
295 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík