Vetrarjazzur: Volapück & Plúmm
Volapück & Plúmm á Vetrarjazz 2024!
(English below)
Atgongumerki á 150 kr fæst á loksholl og við dyrnar
Jazzpass til allan festivalin (449,-) fæst her
Plúmm
Plúmm hevur røtur aftur til 70’ini, tá nakrir vinir í einum grannalagi í Havn savnaðust at spæla tónleik saman eftir skúlatíð. Fyrsta staklagið hjá Plúmm var lagið Stjørnuskot, sum kom út í 1985, tá teir vóru 16-17 ára gamlir. Seinnu helvt av 80’unum spældu teir egnan jazz-fusiónstónleik, og í 1989 spældu teir undir hjá Terja Rasmussen undir navninum Føstufressar. Fyrra LP’in hjá Føstufressum kom út í 1990. Síðani kom Allar Ættir við Holger Laumann sum í 1991. Í 1999 kom útgávan Greengate við somu manning. Føstufressar fóru aftur í studio og spældu inn Føstufressar tvey í 2011. Í 2020 gav bólkurin út útgávuna Catch undir navninum Plúmm. Plúmm spælir eitt tónleikaslag, sum er ein blanding av rocki, jazzi, funk, country og øðrum. Live framførslurnar hjá teimum bera brá av telepatiskum samanspæli og instrumentaliteti á hægsta stigi.
Johan Hentze - trompet
Arnold Ludvig - bass
Magnus Johannesen - tangentar
Rógvi á Rógvu - trummur
Leivur Thomsen - gittar
Listen to Plúmm: https://open.spotify.com/artist/78OLGqvi3O4zbUqcfewmjm?si=qk9H2S9dTfWCFpZVrEjnYQ
Volapück
Volapück er ein nýggjur, alternativur rokkbólkur við fýra limum. Røturnar ganga aftur til mai 2022, tá eitt vinalag byrjaði millum parið – Áslu (vokal) og Magnus (bass) – og Benjamin (el-gittar og keys). Tey fóru at skriva tónleik saman og hava, eftir eitt drúgt ár, endiliga funnið ein samleika at deila. Einastaðni á leiðini fingu tey Vár Miðberg at spæla trummur, og úrslitið bleiv ein eklektisk samanbræðing av tonkum og mynstrum úr ymiskum ættum. Tónleikurin er bæði inspireraður av Radiohead, Red Hot Chili Peppers, psykedeliskum rokki, og jazz-fusion.
Volapück høvdu sína fyrstu konsert tann 5. apríl 2023 í Blábar, har tey, fyri fyrstu ferð, spældu sín tónleik alment. Harumframt fingu tey góða móttøku, tá tey spældu á Sement 2023. Summi undraðust enntá á, at tey ikki komu víðari. Konsertin 1. juli 2023 í Niðri Undir verður sostatt triðja konsertin hjá Volapück!
Ásla Astrid Olsen – sang
Benjamin Tausen – elgittar og keys
Magnus Lydersen – bass
Vár Miðberg – trummur