Týrfest III

Týrfest III:  TÝR  SIRENIA  EIMYRJA

Týrfest III verður fyrsti møguleiki at hoyra spildur- hamrandi nýggj løg frá komandi fløguni hjá TÝR, Battle Ballads, umframt løg, sum føroyingar allir kenna og kunna syngja við til.

SIRENIA úr Norra, tó við tí framúrskarandi fronsku operasangarinnuni, Emmanuelle Zolda, spæla symfoniskan gotiskan tungmálm og hava givið út 11 fløgur síðan 2002. Tey hava spælt víða um í heiminum, eisini saman við Týr.

EIMYRJA er flunkandi nýggjur nútímans føroyskur tungmálmur, og teir hava staðið seg væl á tí føroyska tónleikapallinum. Teir eru uttan iva eitt navn at halda eyga við ta komandi tíðina.

Týrfest - tungmálmur í myrkri og illveðri.

Byrjar:
24. februar 2024
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
23:30
Prísur:
330 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík