Filmur: Liturin Lilla

Liturin Lilla

Filmurin 'Liturin Lilla' byggir á stórseljandi skaldsøguna frá 1982 eftir Alice Walker, sum hon vann Pulitzervirðislønina fyri. Hjartanemandi søgan snýr seg um tríggjar kvinnur, sum hava eitt serstakt og sterkt samband. Filmurin gongur fyri seg í syðra partinum av USA í byrjanini av 1900 talinum og her hitta vit 14 ára gomlu Celie, sum er við barn og verður tí tvungin at gifta seg við einum alt annað enn fittum manni. Men kvinnurnar í nærumhvørvinum hjálpa Celie soleiðis at hon, hóast truplar umstøður, byrjar at trúgva uppá egna megi.

Filmurin tekur eisini støði í sangleikinum, sum var pallsettur og gekk sína sigurskós á Broadway í tíðarskeiðnum 2005-2008 og aftur í tíðarskeiðnum 2015-2017 og vann tvær Tony Award virðislønir. 

Nýggja djarva innspælingin av hesum klassikaranum er framleiddur av m.o. Oprah Winfrey, Steven Spielberg og Quincy Jones. Tað er Oscars tilnevndi danski fotografurin Dan Laustsen, ið hevur filmað. 

Byrjar:
13. februar 2024
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
21:30
Prísur:
90 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík