Filmur: Bob Marley: One Love

Bob Marley: One Love

Filmurin 'Bob Marley: One Love' er ein persónlig filmslistarlig lýsing av reggae-konginum Bob Marley úr Jamaica og ein fagnaður av hesum tónlistaliga slóðbrótara, sum við sínum boðskapi um kærleika og samanhald gav íblástur fyri fleiri ættarlið.

Á fyrsta sinni kunnu vit uppliva hugtakandi og sterku søguna á stóra filmsløriftinum um Bob Marley, sum veruliga setti hesa serstøku tónleikagenruna á heimskortið. Í 1977 fekk Bob Marley staðfest húðkrabba og doyði fýra ár seinni bert 36 ára gamal.

Filmurin er framleiddur í samstarvi við familjuna og høvuðsleiklutin sum Bob Marley hevur bretski leikarin Kingsley Ben-Adir, sum m.a. hevur spælt leiklutin sum Malcolm X í filminum 'One Night in Miami'.

Byrjar:
20. februar 2024
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
21:00
Prísur:
90 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík