Amy Winehouse: Back to Black

​Amy Winehouse: Back to Black

Filmurin 'Back to Black' er ein ævifilmur um tónleikaran Amy Winehouse, sum doyði bert 27 ára gomul í 2011 av rúsdrekkaeitran. 

Filmurin leggur dent á hennara heilt serligu tónlistagávur, kreativitet og sannføri, sum seyraðu gjøgnum alt, sum hon fekst við. Filmurin fylgir Amy Winehouse fra 90'unum og fram til globalu dyrkanina av hesi einastandandi sangarinnuni. Fólkini handan filmin vóna, at áskoðarin verður kensluliga rivin við og kann seta seg inn í kenslurnar hjá Amy. 

Amy Winehouse vann fleiri Grammy virðislønir og fekk fleiri altjóða hitt so sum 'Rehab' og 'You Know I'm No Good'. Hon lýsti burturúr mongdini, ikki bert við sínari heilt einastandandi rødd men eisini við serligu útsjóndini og atferðini.

Tað er bretska Marisa Abela (kend úr røðini 'Industry'), ið spælir leiklutin sum Amy Winehouse, og tað er bretska Sam Taylor-Johnson, ið hevur leikstjórnað filmin. Hon hevur áður leikstjórnað m.a. Nowhere Boy, sum hon varð tilnevnd tvær BAFTA virðislønir fyri.

Sí trailara her

Byrjar:
11. apríl 2024
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
21:00
Prísur:
90 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík