Klaverveitsla: nýtt Steinway í Løkshøll

KLAVERVEITSLA

Stutt fyri jól flutti eitt spildurnýtt STEINWAY flygil inn í Løkshøll allan vegin úr Hamburg, og sunnudagin 18. februar fara vit at bjóða tí vælkomnum í Løkshøll við einari sannari klaverveitslu. Nakrir av landsins fremstu klaverúrmælingum fara at framføra kend klassisk verk eftir m.a. Brahms og Chopin men onnur meira nútímans tónleikasløg fara eisini at ljóma úr Steinway tangentunum, og sjálvandi verður eisini okkurt føroyskt at hoyra. Harumframt fara borgarstjórin og onnur at siga nøkur orð, og eftir konsertina bjóða vit kaffi og okkurt afturvið.

Luttakarar eru: 

Jóhannes Andreasen
Mattias Kapnas
Rita Ljósheim
Jórun Pólsdóttir
Jóannes S. Hansen
Jákup Tórgarð

Hjartaliga vælkomin á Klaverveitslu í Løkshøll sunnudagin 18. februar kl. 16.00.

Atgongdin er heilt ókeypis men neyðugt er við tilmelding.   

Byrjar:
18. februar 2024
Frá kl.:
16:00
Til kl.:
17:30
Ókeypis
Tilmelda
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík