Kvinnusøgur í bók og filmi

Upptakt til Femifagnaðin

Hóskvøldið 7. mars kl. 19.00 seta vit sjóneykuna á kvinnusøgur í bók og filmi. Hetta er ein upptakt til Femifagnaðin 2024, sum annars er á altjóða kvinnudegnum 8. mars. Bókasavnið við Løkin, Løkshøll og Kongshavnar Kvinnufelag skipa í felag fyri tiltakinum, sum byrjar kl. 19.00 á bókasavninum við eini bókaframløgu av skaldsøguni 'Vilstar røtur', sum Ingun Christensen hevur skrivað og gav út stutt fyri jól í fjør. Eftir bókaframløguna verður ein kaffisteðgur og síðani verður norski filmurin 'Frostjørðin í mær' sýndur í Løkshøll kl. 20.00.

Hóast talan er um eitt felags tiltak, ber væl til at luttaka bara í tí eina, um ein ynskir tað. Bókaframløgan er ókeypis, og filmurin kostar 90 kr.

Um 'Vilstar røtur'

Handritið hjá Ingun Christensen vann skaldsøgukappingina, sum Bókhandlarafelagið skipaði fyri í 2022.

Báralda er tíðindakvinna við royndum frá heimsins stríðsvøllum, tá hon fær boð um, at hon hevur arvað eini hús eftir ommuna Aldu, sum hon ikki visti av. Skaldsøgan lýsir, hvussu Báralda fer í holt við at rekja hesa ættarsøguna, sum er knýtt til tveir garðar, Líðarsteinsgarðin og Fornagarðin. Søgan fevnir um tíðina frá fyrst í 20. øld til 2021.

Agnas á Fornagarði sigur sína søgu, dagbókin hjá Aldu er um viðurskiftini á Fornagarði, sum eru merkt av harðskapi og loynidómum. Søgan er fløkt og full av dulsmálum. Hvør ommudóttirin Báralda annars er kemur spakuliga fram so hvørt søgan líður.

Skaldsøgan fer fram í ímyndaðu bygdunum Blávík og Malarvík.

Tær tríggjar søgurnar um bóndakonuna Agnas, ommu Báraldu og Báraldu sjálva eru áhugaverdar, fullar av kenslum og spennandi.

Um 'Frostjørðin í mær' (Eallogierdu)

Eftir at hava búð í Oslo í mong ár flytir Lena við lítla soninum aftur til upprunan í Samalandi í Norðurnoregi. Lena er myndlistakvinna og partur av einari listaverkætlan, sum skal kanna kynsspurningin millum samar. Hóast talan bert er um tíðaravmarkaða búseting hjá Lenu, so er familjan sera fegin um at fáa høvi at vísa lítla soninum samiskan lívshátt og siðvenjur. Meðan Lena granskar og ferðast runt í harðbalna landslagnum hittir hon Máhtte, sum røktar reindýr, og verður forelskað í honum. Mamma Máhtte, sum er tann ráðandi í familjuni, er ikki fegin um støðuna.

Gamlar avgerðir spøkja og Lena stríðist við at finna útav, um ymisku lívshættirnir hjá henni og Máhtte kunnu sameinast.

Sara Margrethe Oskal, sum hevur skrivað leikritið og er leikstjóri hevur, júst sum høvuðspersónurin, samiskan uppruna, og skuldi eftir røttum taka røktingina av reindýrum yvir frá pápa sínum, men valdi at flyta fyri at fylgja sínum dreymum at gerast yrkislistafólk.

Filmurin varð frumsýndur á Toronto International Film Festival í november 2023. Norskur undirtekstur.

Byrjar:
7. mars 2024
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
21:30
Prísur:
90 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík