Ísrael, Palestina og Gaza: Millum altjóða politikk og altjóða lóg

Ísrael, Palestina og Gaza: Millum altjóða politikk og altjóða lóg

·       Hvør er bakgrundin fyri áleikandi krígnum í Ísrael og Gaza?

·       Hvørjar eru søguligu orsøkirnar til áhaldandi stríðið í Palestina og Ísrael?

·       Hvussu kann Suður-Afrika leggja Ísrael undir at fremja fólkamorð í Gaza í eini kæru til altjóða dómstólin í Haag?

·       Og hvørjar avleiðingar hevur dómsúrskurðurin hjá altjóða dómstólurin í Haag hin 26. januar 2024 í mun til ákærurnar hjá Suður Afrika móti Ísrael?

Hóskvøldið 22. februar kl 19.30 fara Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg og løgfrøðiligur ráðgevi í uttanríkistænastuni, og Heini í Skorini, lektari í altjóða politikki á Fróðskaparsetri Føroya, at viðgera hesar spurningar. Heini í Skorini fer fyrst at viðgera søguliga upprunan til áhaldandi stríðið í Palestina og Ísrael. Eitt stríð, sum í nýggjari tíð kyknaði fyri góðum 100 árum síðani, tá evropeiskir jødar flýddu til Palestina undan vaksandi forfylging í Evropa. Men evropeisku jødarnir komu til eitt land, har annað fólk eisini búleikaðist. Hvat er hent hesi seinastu 100 árini? Hvørjar hava royndirnar verið at skapa frið? Og hví hava stríðandi partarnir ikki fingið frið í lag?

Síðani fer Bjørn Kunoy at greiða frá rættarmálinum millum Suður Afrika og Ísrael, ið byrjaði við eini kæru hin 29. desember í 2023frá Suður Afrika til Altjóða Dómstólin í Haag. Í kæruni verður sagt, at álopini hjá Ísrael í Gaza – sum aftursvar til vápnaða álopið hjá Hamas í Ísrael – í roynd og veru er eitt fólkamorð. Í framløguni fer Bjørn at greiða frá kæruni hjá Suður Afrika og at greina úrskurðin hjá dómstólinum í Haag hin 26. januar í 2024. Í úrskurðinum verður sagt, at tað ikki kann útilokast, at Suður Afrika hevur grein í summum av ákærum sínum ímóti Ísrael. Bjørn fer eisini at greiða frá, hvørjar avleiðingar úrskurðurin hjá Dómstólinum í Haag hevur fyri Ísrael umframt onnur lond, og eisini fyri Hamas.

Brynhild Thomsen er orðstýrari, og eftir framløgurnar verður høvi at seta spurningar til Heina og Bjørn. 

Tiltakið verður í Løkshøll 22. februar kl. 19.30 og atgongumerki á 125 kr fáast á loksholl.fo

Byrjar:
22. februar 2024
Frá kl.:
19:30
Til kl.:
21:00
Prísur:
125 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík