Deiggj - Útgávukonsert

Deiggj útgávukonsert í LØKSHØLL

Á konsertini í Løkshøll verður serligur dentur lagdur á nýggju LP'ina TÍÐ, sum kom út beint fyri jól og hevur verið nógv at hoyra í útvarpinum. Serliga eru tað stakløgini 'Hví grætur tú', 'Í viðarlundini' og 'Kom lat okkum dansa', sum hava verið nógv frammi. Deiggj fara bara at framføra løg, sum bólkurin sjálvur hevur givið út, og tey flestu hava Deiggj skrivað sjálvir. Hetta, at spæla egið tilfar, hevur í langa tíð verið ein dreymur hjá Deiggj. Hesini dreymurin verður nú til veruleika, tí leygarkvøldið 23. mars kl. 20.00 trína tónleikararnir í Deiggj á pallin í Løkshøll, og við sær hava teir eisini nakrar gestasangarar. Guðrun Sólja fer at syngja hittið 'Hví grætur tú' og hon er eisini við á lagnum 'Kom lat okkum dansa'. Hartil verður Barbara á Tjaldrafløtti við á nøkrum løgum.

Seinast Deiggj høvdu eina líknandi konsert var í SALT á Tvøroyri. Til hesa konsertina var útselt, so vert er at tryggja sær atgongumerki í góðari tíð. Eisini verður møguleiki at ogna sær nýggju LP´ina. Við hvørjari LP fylgir ein ókeypis fløga.

Teir, ið manna Deiggj, eru:
Dennis Lave, sang
Fróði T. Vestergaard, sang, tangentar og kassagittar
Páll Holm Lave, gittarar og kór
Pætur Mohr Dam, tangentar
Sverri Heinesen, bassgittar
Rani H. Christiansen, trummur

Um Deiggj
Á heysti í 1981 varð ein nýggjur tónleikabólkur, nevndur Deiggj settur á stovn á Tvøroyri. Tveir froðbingar og fýra tvøramenn mannaðu nýggja bólkin. Nú meira enn 42 ár seinni spæla teir enn við Deiggj og eru bestu vinmenn. Fýra av upprunalimunum eru enn við í bólkinum. Teir feskastu deiggjarnir hava spælt í ávikavíst 24 og 15 ár við Deiggj. Deiggj hevur øll hesi árini verið ein sera virkin bólkur og hevur spælt bæði uttanlands og í Føroyum øll hesi árini. 

Byrjar:
23. mars 2024
Frá kl.:
20:00
Til kl.:
21:30
Prísur:
250 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík