Stroymdur fyrilestur: Ig Nobel Prize

Beinleiðis stroymdur fyrilestur í náttúruvísindi frá Aarhus Universiteti. GG! Hesin fyrilesturin er á enskum!
---
Visti tú, at tá tvey hittast á fyrsta sinni og verða drigin at hvørjum øðrum, tá samstillast - synkroniserast - hjartarútman hjá teimum? Hetta sigur gransking! Ja, slíkum verður eisini granskað í!
Eisini verður granskað í, hvørt luftin í einum biografi verður ávirkað av filminum, sum hugt verður eftir - um hugt verður eftir einum filmi við harðskapi, við sex, rúsevnum o.s.fr. Í veruleikanum verður granskað í øllum møguligum stuttligum og løgnum kring heimin. Í hesari beinleiðis stroyming av fyrilestri frá Aarhus Universiteti fara vit at hoyra um Ig Nobel Prize, sum als ikki er tað sama sum Nobel virðislønin.
Ig Nobel Prize er ein speisk virðisløn, sum verður latin vísindaligum úrslitum, sum fáa fólk at flenna - og sum fáa fólk at gruna um tey. Hvørt ár verður hendan virðislønin latin ársins mest skapandi, løgna, ósannlíka og tó dygdar granskingarúrsliti á einum hátíðarligum galla á Harvard University í USA.
Virðislønin fevnir um fleiri ymiskar vísindagreinar, tó við denti á náttúruvísindi, læknavísindi og samfelagsvísindi. Vanliga verður virðislønin latin einari virðismettari gransking, sum er útgivin í einum vísindaligum tíðarriti, sum nýtir javnlíkameting (peer-review).
Á hesum hátíðarhaldi fer stovnarin av virðislønini, Marc Abrahams, at leggja fyri við at greiða frá virðislønini og hátíðarhaldinum á Harvard University.
---
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við. Fyrilesrarnir eru ókeypis.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn

Byrjar:
9. apríl 2024
Frá kl.:
18:00
Til kl.:
20:00
Ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík