Stroymdur fyrilestur: menniskjadjórið Homo sapiens

Beinleiðis stroymdur fyrilestur í náttúruvísindi frá Aarhus Universiteti.
---
Modernaða menniskjað er serstakt - tað halda vit í øllum førum sjálvi. Vit eru á tindinum í menningarsøguni. Tó, um vit kaga aftur í menningarsøgu okkara, síggja vit eina meira fjølbroytta mynd av okkum sjálvum. Vit eru bert her, tí forfedrar okkara ígjøgnum fleiri ættarlið eru komnir undan vanlukkum við lívinum, eru slopnir undan rovdýrum og hava lagað seg til veðurlagsbroytingar. Kroppur okkara, sum er úrslitið av einari menning, sum hevur verið í gongd í fleiri milliardir ár frá teimum fyrstu fleirkyknaðu lívverunum, er eitt anatomiskt órudd.
Í hesum fyrilestrinum fer Peter Teglberg Madsen, sum er professari í sansafysiologi frá Aarhus Universiteti, at greiða frá søgu, atburði og kroppi okkara.
---
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við. Fyrilesrarnir eru ókeypis.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn

Byrjar:
16. apríl 2024
Frá kl.:
18:00
Til kl.:
20:00
Ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík