Óli Poulsen Master-Class

Óli Poulsen Master-Class

Eitt serstakt høvi at fáa innlit í, hvussu virðislønti runavíkingurin arbeiðir, tá hann ljóðblandar tónleik. Óli hevur arbeitt við at skriva, framleiða og ljóðblanda tónleik síðani hann var tannáringur í Runavík. Navnframir artistar so sum Roxette, Palle Mikkelborg, Hanne Boel, Savage Rose, Sanne Salemonsen v.fl. hava notið gott av góðu evnunum hjá Óla, og nógvir føroyskir artistar hava somuleiðis lagt teirra ljóðbland í kønu hendurnar hjá honum. Við nøkrum ítøkiligum dømum fer Óli at vísa á og greiða frá, hvussu tilgongdin er, frá at hann fær upptøkurnar og inntil endaliga úrslitið fyriliggur. Vit fara at síggja á stóra løriftinum, hvat fyri knøttar verða fluttir í leitanini at finna fram til ynsktu ljóðmyndina.
Tiltakið er óformelt og
opið fyri øllum, ið hava áhuga í tónleiki og ljóði. Høvi verður at seta spurningar.
Kostnaður 100 kr. Vit bjóða kaffi og okkurt afturvið í steðginum.

Byrjar:
24. apríl 2024
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
22:00
Prísur:
100 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík