Hitt á Glyvrum

Hitt á Glyvrum

Vælkomin innar í 9 ymiskar stovur á Glyvrum at lurta eftir 9 ymiskum tónleikabólkum og einstaklingum, sum leygarkvøldið 20. apríl fara at framføra 18 konsertir tilsamans í tíðarskeiðnum 19.00-24.00.

'Hitt á Glyvrum' letur dyrnar upp til heimligar stovur og leggur upp til tónlistarligar upplivingar í eygnahædd og skemtiligt túnatos. Tær 18 konsertirnar eru lagdar soleiðis til rættis, at til ber at uppliva fleiri teirra við at flyta seg millum vertshúsini.

Tey 9 tónleikanøvnini á skránni eru:

SWAY
Lyon
Enekk
Son of Fortune
Robert McBirnie
Sámal Ravnsfjall
Signar í Homrum
Tina Mellemgaard
Die Ferøsche Polkaband

Vertirnir taka væl ímóti við onkrum smávegis til góman, men havið fegin eitt oyra við. Matvognur verður eisini á staðnum, skuldi verulig svongd komið á. Kort, yvirlit, skrá og atgongumerki verða útflýggja frá kl. 18.30 hjá Marnu & Andy, undir Gørðum 12.  Øll vertshúsini hava nummar og frámerki.  

Kostnaðurin er 295 kr. Keyp á atgongumerki.fo

'Hitt á Glyvrum' er upptakt til mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, sum er 21. apríl - 28. apríl.  

Byrjar:
20. apríl 2024
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
23:55
Prísur:
295 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík