Gongutúrur í Rituvík við ferðaleiðari

Gongutúrur í Rituvík: Fyrsta og annað ættarlið

Leygardagin 27. apríl kl. 14.00 verður ein forkunnugur gongutúrur í Rituvík, har sjóneykan verður sett á fyrsta og annað ættarlið í bygdini, sum kundi hátíðarhalda 150 ára dagin jólaaftan 2023.

Dánjal Petur Højgaard verður ferðaleiðari og túrurin byrjar, har fyrsta niðursetubylgjan endar: Hús nr. 8 ( nær við Rituvíkarveg nr.15). Gingið verður til hini húsini yvireftir, líka Yvir í Enda – har Hús nr. 2 og 1 stóðu. Steðgað verður við hvørt niðursetuhús og nomið verður stutt við, hvørji hesi fólk vóru – og hvat hendi teimum. Túrurin varar umleið 2 tímar (kl. 14-16). Verið væl ílætin, apríl mánaður kann hava skiftandi veður við sær.

Túrurin er ókeypis; men neyðugt er við tilmelding til túrin, tí tað er avmarkað atgongd og ein drekkamuður fæst aftaná. Vælkomin við!

Byrjar:
27. apríl 2024
Frá kl.:
14:00
Til kl.:
16:00
Ókeypis
Tilmelda
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík