Fyrilestur við viðgitnu Kari Martinsen

Fyrilestur við viðgitna filosoffinum og sjúkrarøktarfrøðinginum Kari Martinsen:
Tíðarakseleratión, resonansur og seinføri í røktarrúmum

Er resonansur møguligur í einum akselererandi heilsuverki, har man skal avrika skjótari upp á styttri tíð?

Hvat ger tíðarakseleratión við sjúklingar og røktarstarvsfólk? 

Er lívgandi seinføri møguligt – seinføri við rúm fyri øðrum, við rúm fyri at sansa, lurta, síggja, lukta og merkja?

Spurningarnir verða lýstir ígjøgnum tvær sjúklingasøgur, við støði í  hugsanunum um tíðarakseleratión og resonans hjá týska sosiologinum Hartmut Rosa og tekstunum hjá danska teologinum K.E. Løgstrup um etikk og fantasi.

Onnur søgan gongur fyri seg í einum rúmi, merkt av seinføri, har røktin tekur ta tíð hon tekur, og resonansur er millum sjúkling og sjúkrarøktarfrøðing.

Hin søgan gongur fyri seg í einum rúmi, merkt av tíðarakseleratión og fremmandagerð, men har “onnur rúm” kunnu skapast í hesum sama rúmi og resonansur allíkavæl er gjørligur


Tað er Sjúkrarøktaretiska Ráðið ið skipar fyri fyrilestrinum. 

Aftaná fyrilesturin verður orðið frítt og høvi verður  at seta spurningar og gera viðmerkingar
Kaffi/te og okkurt søtt verður at fáa í steðginum

Kostnaðurin er 450 kr. Evsta mark fyri at keypa atgongumerki er mánadagin 30. september 

Byrjar:
10. oktober 2024
Frá kl.:
13:00
Til kl.:
16:00
Prísur:
450 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík