Filmur: Illavorðin smá brøv

Illavorðin smá brøv

Bretar duga væl at gera skemtifilmar og í so máta er filmurin ‘Wicked Little Letters’ einki undantak, og tað áhugaverda er, at filmurin byggir á veruligar hendingar. Navnframu høvuðsleikararnir, Olivia Colman og Jessie Buckley, eru í áhaldani hornatøkum í hesi komediuni, sum fer fram í bygdini Little Hampton í Englandi í 1920unum. Colman, ið spælir høvuðsleiklutin sum gudlýdna og kúgaða Edith, er dóttir ráðaríku og gudrøknu eldsálina í bygdini og Buckley spælir Rose, sum hinvegin er tann ósømiliga og heldur ótilpassaða grannakvinnan. Kjarnin í søgugongdini eru nøkur duld og ónærilig brøv, sum Edith fær sendandi við postinum og sum hon leggur Rose undir at hava skrivað. Slaturin gongur í bygdini og Rose er í vanda at missa foreldrarættindini til lítlu dóttrina, um Edith hevur rætt í síni ákæru. Men so taka nakrar kvinnur í bygdini sakina í egnar hendur og royna at fáa greiðu á, hvør duldi brævskrivarin veruliga er.

Filmurin varir 101 minuttir.

Kostnaður 90 kr + avgjald

Keyp á loksholl.fo ella við dyrnar

Byrjar:
13. juni 2024
Frá kl.:
19:30
Til kl.:
21:10
Prísur:
90 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík