Konsert við Beinir
Beinir heim at hava konsert
Seinast í 2023 kom fyrsta staklagið "Greener" av heildarútgávuni, sum Beinir er í gongd við, og síðani hevur hann havt fleiri konsertir og framførslur í Danmark, har hann býr og fylgir sínum tónlistadreymum. Men loksins er Beinir klárur at koma heim at hava konsert, og hon verður sjálvandi á heimabeiti; í Løkshøll leygarkvøldið 23. november.
Beinir hevur veruliga fingið vind í tónlistarligu seglini í Danmark har hann m.a. hevur hitað upp fyri navnframar bólkar sum Jonah Blacksmith,
Beinir hevur fingið nógv rós í donskum tónlistarligum tíðarritum sum Gaffa og Bands of Tomorrow, og síðstnevnda gav honum 4,5 stjørnur av 5 møguligum fyri konsertina á Uhørt festivalinum við hesum orðunum: "Einsamallur á pallinum við sínum gittara leveraði Beinir eina av bestu konsertunum leygarkvøldið".
Vit gleða okkum at lata Beinir og bólkinum pallin í Løkshøll leygarkvøldið 23. november kl. 20.
Atgongumerki á 225 kr á loksholl.fo
Mynd: Vaiva Kriauciunaite