Joker: Folie à Deux

​Joker: Folie à Deux

Í 2019 kom filmurin "Joker", sum veruliga setti spor í sjógvin á so mangan hátt. Joaquin Phoenix fekk eina væl uppiborna Oscar virðisløn fyri sín høvuðsleiklut sum hevndar- og rættvísisgudurin hjá Batman, og øll, ið hava sæð filmin, munnu neyvan seta spurnartekin við ta avgerðina. Í oktober í ár kemur so loksins næsti Joker filmurin, sum nógv hava bíðað eftir í spenningi. "Joker" hevur undirheitið "Folie à Deux", sum sipar til, at galskapurin ella psykosan nú er spaltað í tvey. Joaquin Phoenix hevur aftur høvuðsleiklutin. Tað er eisini Todd Phillips, sum leikstjórnar hesaferð men sum nakað nýtt í mun til fyrra filmin kemur ein nýggjur persónur til sjóndar á løriftinum og tað er anti-hetjan Harley Quinn. Stóra sangstjórnan Lady Gaga spælir hendan leiklutin og tað gevur góða meining, tí sangur og tónleikur spæla eisini stóran leiklut í "Joker: Folie à Deux".

Hygg at trailaranum her:

https://youtu.be/xy8aJw1vYHo?si=Its2JqKEGeF5bYRD

Atgongumerki á 90 kr (+ avgjøld) á loksholl.fo og við dyrnar.

Byrjar:
8. oktober 2024
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
21:20
Prísur:
90 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík