Filmur: Bøndurnir

​Bøndurnir

Filmurin "Bøndurnir" er ein filmatisering av skaldsøguni hjá pólska rithøvundanum Wladyslaw Stanislaw Reymont. Søgan fer fram um aldarskiftið í lítlu bygdini Lipce, har ein ung kvinna av lægri stættini elvir til øsing. Jagna hevur gjørt av at skapa sítt egna lív og verður tvungin at bróta siðvenjur og felagsvirðir, sum eru djúpt rótfest í samfelagsins ójavna. Hon verður skammað og endar sum eitt útskot í bygdini.

Filmurin er leikstjórnaður av Dorota Kobiela og Hugh Welchman, sum saman skapaðu stóru sensatiónina í 2017 við heimsins fyrsta oljumálaða filmi. Talan var  um "Loving Vincent", sum snúði seg um hollendska listamálaran Vincent van Gogh.  Filmurin "Bøndurnir" er gjørdur á sama hátt við live-action upptøkum, sum síðani eru oljumálaðar til uml. 130.000 myndir.

Filmurin varir 116 minuttir og hevur 15 ára aldursmark.

Atgongumerki á 90 kr (+avgjald) á loksholl.fo og við dyrnar. 

Hygg at trailaranum her:

https://youtu.be/-1in2FMBKmo?si=-TMYmmr7-Z5wB0rd

Byrjar:
27. august 2024
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
21:00
Prísur:
90 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík