Stroymdur fyrilestur: Forsøguligu veðurlagsvanlukkurnar
Veðurlagið er broytt ofta hesi 4,6 milliardir árini, ið jørðin hevur verið til. Serliga vakstrarhúsárinini hava havt sín leiklut. Men hvat skumpaði undir vakstrarhúsárinini áðrenn menniskjað? Og hvat kunnu vit læra av hesum?
David Lundbek Egholm, professari, heldur fyrilestur um veðurlagssøguna á jørðini, kolevnisringrásina og ávirkanina, sum menniskjað hevur havt.
---
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við. Fyrilestrarnir eru ókeypis.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
---
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn