Stroymdur fyrilestur: Spegilsmynd og mýl
Beinleiðis stroymdur fyrilestur í náttúruvísindi frá Aarhus Universiteti.
---
Spegilsmýl eru mýl úr somu atomum, men sum eru ein spegilsmynd av hvørjum øðrum. Annað kann vera sera týdningarmikið fyri okkum, meðan hitt kann vera eitrandi. Tí er tað soumráðandi at skilja, hvussu mýl eru samansett - t.d. tá nýggjur heilivágur verður framleiddur.
Karl Anker Jørgensen, professari í kemi, fer at greiða okkum frá spegilsmýlum.
---
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við. Fyrilestrarnir eru ókeypis.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
---
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn.