Stroymdur fyrilestur: Tøl, tilvild og støkkmark
Beinleiðis stroymdur fyrilestur í náttúruvísindi frá Aarhus Universiteti.
---
Við øktari sølu av súkkluhjálmum, økist talið av súkkluóhappum eisini. Ergo er tað vandamikið at súkkla við súkkluhjálmi, ikki so?Ella kanska vera fleiri súkkluhjálmar seldir tí at tað er vorið vandamamiklari at súkkla í ferðsluni? Ella kanska vera fleiri súkkluhjálmar seldir og fleiri súkkluóhapp koma fyri tí at fleiri súkklur eru á vegunum?
Hagtøl hava stóra ávirkan á, hvussu vit fata heimin, men tey kunnu bæði misnýtast og misskiljast. Súsanna Ditlevsen, professari, tosar um hepnu og óhepnu fylgjurnar av hagtølum - frá sjómonnum við trotasjúku, til barnadeyðstíttleika á einari føðigongd, til ein tekniskan feil á einari rúmdarferju og møguliga rasismu hjá politistum í USA.
Súsanna Ditlevsen, professari, tosar um hepnu og óhepnu fylgjurnar av hagtølum.
---
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við. Fyrilestrarnir eru ókeypis.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
---
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn