Stroymdur fyrilestur: Ølvísindi

Beinleiðis stroymdur fyrilestur í náttúruvísindi frá Aarhus Universiteti.
---
Tey á Carlsberg bryggja ikki bara øl - teirra granskingarstova hevur við tíðini eisini ment vitan og nýggjar mannagongdir, sum umframt at hava virkað til eina dygdarbetri framleiðslu av øli, eisini hevur verið við í gransking í m.a. geri og harðførum plantum.
Kom og frætt meira um hetta, tá Birgitte Skadhauge, granskingarleiðari, og Erik Lund, bryggimeistari, røða um góðsking av byggi, um nýggj sløg av geri og nógv annað úr ølheiminum.
(Carlsberg er høvuðsstuðul av stroymdu fyrilestrunum úr Aarhus universitet)
---
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við. Fyrilestrarnir eru ókeypis.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
---
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn

Byrjar:
19. november 2024
Frá kl.:
18:00
Til kl.:
20:00
Ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík