Filmur: 10 lív

​Filmur: 10 lív

Teknifilmurin "10 lív" er ein stuttligur og hjartanemandi søga um eina heldur óheppna kettu. 

Hendan kettan, sum verður bjargað av hjartagóðu Rose, er bæði forkelað og sjálvglað og heldur alt bera til. 

Men tá ið hon missur sítt nígginda lív kemur lagnan inn í myndina og sendir hana á eina ferð, sum skal læra hana at hugsa um onnur enn seg sjálva og verða ein ósjálvsøkin hetja. 

Kettan fær tí nýggju nýggj lív og alt gongur væl...ella bíða nú! 

Tað gongur í veruleikanum ikki serliga væl fyri okkara heldur hyldligu kettu, tí hesi nýggju lívini, hon hevur fingið, skulu livast undir heilt øðrum fortreytum enn hon er von við.

Atgongumerki á 70 kr (+ avgjald)

Byrjar:
1. september 2024
Frá kl.:
15:00
Til kl.:
16:30
Prísur:
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík