Finn Nørbygaard - mit liv som klovn

Finn Nørbygaard - Mit liv som klovn


- Hann hevur gjørt tað áður og nú ger hann tað aftur


Við einari nýskrivaðari sýning er danin Finn Nørbygaard til reiðar at mýkja láturvøddarnar hjá føroyingum.


Vit verða leidd gjøgnum lívið hjá Finn Nørbygaard í einari sjálvironiskari einamanssýning og hoyra um alt frá hansara fyrstu unnustu, til sambandið við Gud. Ein sýning, ið er gjørd í samband við hansara 50 ára hátíðarhald í undirhaldsvinnuni.


Finn hevur verið virkin í nógvum framleiðslum gjøgnum árini. Hann hevur millum annað verið við í Jadakkerne og Jydekompagniet saman við Jacob Haugaard, havt konsertir saman við Thomas Eje, útgivið bøkurnar Tillykke med din krise og Mine 12 veje til liv, umframt at hann hevur verið leikari í sjónvarpsseriuni GURU hjá Simon Kvamm.


Talan er um eina skemti- og tónleikasýning, og við sær hevur hann Kristian Borregaard á flygli.


Sýningin er 2 ferðir 45 minuttir við steðgi.

Kostnaður 450 kr (+ avgjald)

Byrjar:
12. apríl 2025
Frá kl.:
20:00
Til kl.:
22:00
Prísur:
450 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík