Dropi ert tú - ein sangur um lívið
NÝTT VERK FRAMFØRT Í LØKSHØLL
Leygarkvøldið 9. november kl. 19.30 verður spennandi frumframførðsla av nýskrivaða verkinum "Dropi ert tú - ein sangur um lívið" í Løkshøll. Tað eru teir báðir, Pauli í Sandagerði og Sigmund Poulsen, sum hava samstarvað um nýggja verkið. Pauli hevur skrivað tónleikin fyri kvinnukór, klaver, bass og strúkikvartett, og Sigmund hevur skrivað orðini.
Pauli og Sigmund hava í fleiri førum samstarvað um tónlistaverk, og fyri júst fýrati árum síðani varð verkið "Jesus og Makedonarin" framført í Norðurlandahúsinum og eftirfylgjandi útgivið á LP og framført í Danmark í 2003. Í 2011 varð verkið "Inifinitesimal Googol" framført, tá ið skúlin á Argjahamri varð tikin alment í nýtslu.
Teir hava báðir nú í nøkur ár gingið við einum ynski um at skriva fleiri verk saman og loksins er tað ynskið nú ein veruleiki.
“Dropi ert tú- ein sangur til lívið” verður frumframført í Løkshøll 9. november kl. 19.30. Tey, ið framføra eru kvinnukórið Cantabile, Jóhannes Andreasen, klaver, Agnar Lamhauge, bass og ein strúkikvartett við Jón Festirstein, Atla Ellendersen, Angeliku Hansen og Tóra Restorff Jacobsen.
Soleiðis lýsir Pauli verkið:
“Verkið er eitt slag av tónlistarligari ringrás, har vatnsins ringrás – frá kelduni umvegis løkir, vøtn, áir, foss, hav og himmal og aftur í kelduna - verður lýst í tónlistarligum myndum.
Vit báðir, Sigmund Poulsen, hava í fleiri ár arbeitt við rúgvumikla verkinum (uml. 180 síður), og nógvar hava síðugøturnar verið.
Hugskotið um verkið spretti úr tankanum um at skriva eitt ”requiem”, og hesin tankin helt leingi á, men nógv eru ”requiemmini”, og vit funnu ongantíð røttu føroysku veltina at seta niður okkara listarligu gróðurkorn.
Atgongumerki á 225 kr á loksholl.fo