Útgávufundur: Føroyska King James Bíblian

Í 16 ár hevur Sjúrður Højgaard arbeitt við at týða King James Bíbliuna, og er hon nú komin út í síni aðru útgávu, prentað í góðsku útgávu í Hollandi hjá Royal Jongbloed. 
 
Í tí sambandi verður skipað fyri útgávufundi, har fólk fáa møguleikan at hoyra hví Sjúrður hevur gjørt hetta arbeiðið og lagt so mikla orku í tað. 

Tiltakið er ókeypis og tekur ein góðan tíma. Høvi verður at ogna sær eintak av útgávuni. 

Byrjar:
10. oktober 2024
Frá kl.:
20:30
Til kl.:
21:30
Ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík