Ársins Íverksetaradagur 2024
Ársins íverksetaradagur
Ársins Íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Øll kunnu koma við tilnevningum. Ein dómsnevnd tekur endaliga avgerð. Dentur verður lagdur á, hvør hevur víst nýhugsan, áræði og dirvi.
Einaferð um árið heldur Íverksetarahúsið Ársins Íverksetaradag, tá Íverksetarahúsið bjóðar inn til at heiðra føroyskari íverksetan.
Íverksetan, sum jú er avgerandi neyðug, um tað skal eydnast at fjøltátta føroyskt vinnulív, skapa trivnað í nærumhvørvinum, umframt so nógv annað, sum vit kunnu ynskja okkum í Føroyum.
Fastur táttur er at handa virðislønina, Granan, fyri íverksetan av ymiskum slag. Við at vísa áræði og dirvi kunnu íverksetarar heysta vinningin og bera gullið av heiði, sum Grani gjørdi á sinni.
Edward Fuglø hevur sniðgivið Granan. Granarnar hevur Óli Skarðenni gjørt úr mahogni og kopari.
SKRÁ:
13.00 Íverksetarahúsið bjóðar vælkomin
13.05 Løgmaður, Aksel V. Johannesen, setur dagin
13.15 Rókur J. Jacobsen, stjóri í Virka
- Virka ávirkara?
Okkara royndir við ávirkarum í marknaðarføring
13.30 Sølva J. Joensen, ávirkari @SOLVA
- stovnari av vanganum SOLVA
13.45 Cecilia Nolsøe Sørensen, ávirkari @fíggjarligtfraelsi
- stovnari av vanganum Fíggjarligtfrælsi
14.00 Steðgur við kaffi og onkrum søtum
14.20 Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu
- Undangróður
14.30 Anders Hemmingsen, ávirkari @andershemmingsendk og
Marie J. Bavnhøj, head of influencer marketing
- Fra bogholder til influencer
15.10 Ársins Íverkseti 2024 verður avdúkaður
- Løgmaður, Aksel V. Johannesen, handar Granan til Ársins Íverkseta 2024
15.30 Íverksetarahúsið takkar fyri dagin og bjóðar til netverkan og ábit
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt við tilmelding.