Filmur: A Complete Unknown
'A Complete Unknown' er ein ævisøguligur filmur um Bob Dylan við Timothée Chalamet i leiklutinum sum ikoniski tónleikarin.
Vit eru í New York í byrjanini av 1960unum. Mitt í tónlistarliga meldrinum og umbroytiliga tíðarskeiðnum gongur ein gátuførur 19 ára gamal maður frá Minnisota við sínum gittara og kollveltandi gávum og broytir alla menning í amerikansku tónlistini. Á vegnum móti tónlistarligu tindunum knýtir Dylan tøtt vinarbond, men hansara stigni mótvegis fólkafylking og at verða settur í bás fær hann at taka umstríddar avgerðir, sum skapa endurljóð í øllum heiminum.
Timothée Chalamet bæði spælir leiklutin og syngur løgini hjá Bob Dylan í filminum, sum er leikstjórnaður av James Mangold.
Filmurin varir 2 tímar og 15 min.
Kostnaður 90 kr + 8 kr í avgjaldi