Barnafilmfestivalur: Skúlaflokkurin hjá mær í Grønlandi & Óveruliga verðin hjá Aldu

Skúlaflokkurin hjá mær í Grønlandi 
 
Uppruna heiti: ATUAQATIKKA 
Heimildaraseria (í 10 pørtum)
Longd: 30 min 
Framleiðslu ár: 2024 
Land: Danmark, Grønland 
Leikstjóri: Ulla Søe 
Týðing: Jákup Veyhe 
Røddir: Jákup Veyhe 
Aldur: 9+ 
 
Fýra av tíggju pørtum úr heimildarseriuni Skúlaflokkurin hjá mær í Grønlandi. Við nærlagni fylgja vit 5. flokki í eitt skúlaár í Mathias Storch-skúlanum í Ilulissat. Í frítíðini spæla tey fótbólt, dansa, fiska og eru saman við familjuni. Men skúlalívið er eisini umráðandi fyri floksfelagarnar – her læra tey seg sjálvi og hvørt annað at kenna.  
  
Í hesum fýra pørtunum verða vit tikin við á eina ferð, har bæði tað stuttliga, góða og keðiliga verður lýst – hundasletukapping, fisking, kaffemik við foreldrunum, samrøður um einsemi og tað at kenna seg uttanfyri í felagsskapinum. Vit fáa innlit í teirra lív, tankar og alt tað, sum er umráðandi fyri børn flest. 
 

-----

Óveruliga verðin hjá Aldu 
Longd: 13 min 
Framleiðsluár: 2023 
Land: Føroyar 
Leikstjóri: Tóki Jansson 

 
Filmurin snýr seg um eina 6 ára gamla gentu, sum eitur Alda. Henni dámar ikki serliga væl grønmeti. Alda hevur stórt hugflog og ger gerandisdagin um til eitt ævintýr. Hon hevur ein vin, sum eitur Luddi. Saman fara tey eina ævintýraferð har nógv spennandi hendir. 

Byrjar:
19. januar 2025
Frá kl.:
14:00
Til kl.:
14:45
Ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík