Bridget Jones - Mad About The Boy

Bridget Jones - Mad About The Boy

So var hon aftur her; tann eitt sindur kiksaða og óhepna Bridget Jones, sum vit hittu á fyrsta sinni á filmsløriftinum í 2001. Nú vit hitta Bridget aftur 24 ár seinni í hesum fjóra partinum, er hon vorðin einkja og einlig mamma at 9 ára gamla Billy og 4 ára gomlu Mabel.

Hon kennir seg at vera í einari kensluligari bíðistøðu, men fær góða hjálp við uppalingini av børnunum og verður stuðlað av sínum góðu vinum og eisini fyrrverandi elskaranum, Daniel Cleaver.

Familja og vinir eggja henni at byrja at arbeiða aftur og hon fær dirvi til at upprætta sær eina vangamynd á Tinder, og ein ungur biðil leggjur eina umbøn inn. Síðini heldur søgan fram í røttum Bridget Jones stíli.

Tað er aftur Renée Zellweger, ið spælir høvuðsleiklutin og vit hitta eisini gamlar kenningar sum Hugh Grant og nøkur nýggj andlit sum Isla Fischer (The Great Gatsby) og Chiwetel Ejiofor (12 Years a Slave).  

Filmurin er 2t og 10m

Kostnaður kr 90 + 8 kr í avgjaldi

Byrjar:
18. februar 2025
Frá kl.:
19:30
Til kl.:
21:40
Prísur:
90 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík