Filmur: Vísdómur eydnunnar - friðarferðin hjá Dalai Lama
VÍSDÓMUR EYDNUNNAR - FRIÐARFERÐIN HJÁ DALAI LAMA
'Vísdómur eydnunnar - friðarferðin hjá Dalai Lama' er ein innbjóðing til hyggjaran at ferðast inn í innara heimin hjá Dalai Lama. Eftir nýggju áratíggu í almenna kastljósinum hugleiðir Dalai Lama yvir lívið, yvir verjuna av okkara jørð, og hvussu vit kunnu finna javnvágina millum aldargomlu tibetansku buddistisku læruna og nútímans virðini.
Við stórum innliti og sjarmu vísir Dalai Lama okkum, at tað er møguligt at fáa ein sunnari og eydnusamari heim fyri allar livandi verur. Hóast eydna hevur røtur í einstaklinginum er tað bert við at vísa treytaleysa samkenslu at vit kunnu broyta heimin.
Filmurin er gjørdur í samstarvi við Richard Gere, og er settur saman av forkunnugum skjalasavnstilfari og visuellum djúphugsanum, sum taka okkum við á ferð. Filmurin er eitt ljós í myrkrinum og ein ógloymandi uppliving, sum kann lata dyrnar upp til okkurt sannari og meira ekta.
"Verðin hevur brúk fyri hesum filminum - heilt einfalt"!
Kristeligt Dagblad
Atgongumerki á 90 kr + 8 kr í avgjaldi