Kafékonsert & prát við Anniku Hoydal

NÚ ER TÚ ALDAN

- Kafékonsert og prát við Anniku Hoydal í Løkshøll

Hon er ein alda og hevur sett spor í sjógvin á føroyska mentanarpallinum í meira enn hálva øld, og í november fyllir hon 80 ár. Talan er sjálvandi um Anniku Hoydal, sum hevur verið slóðbrótandi tónleikari og sjónleikari og ein fyrimynd í einari tíð, tá ið ungar føroyskar kvinnur bert tordu at droyma um at ganga aðrar leiðir enn tær siðbundnu. Hon hevur búleikast í Føroyum, í Suðuramerika og seinastu mongu árini í Danmark. Enn er hon virkin og opin fyri nýggjum avbjóðingum. Saman við beiggjanum, Gunnar Hoydal, sála, hevur hon myndað tónlistarliga landslagið við sangum, sum eru fólkaogn her heima, og neyvan fer nøkur veitsla ella Ólavsøka framvið uttan at fjøldin trívir í sangin um Alduna, sum dregur og tekur um okkara iva.

Vit fagna altjóða kvinnudegnum við einari fjálgari og forkunnugari kafékonsert í Løkshøll, har Annika Hoydal verður Aldan, sum dregur okkum, eigur okkum og kanska rekur okkara hjørtu á flot. Við sær á pallin hevur Annika vælupplagda tónleikabólkin við Kim Hansen, klaver, Benjamin Petersen, gittar og Torleik Mortensen, bass. Ímillum sangirnar verður prát við Anniku um ymiskar tættir úr hennara spennandi lívi. 

Dyrnar lata upp hálvan tíma áðrenn tiltakið, soleiðis at fólk kunnu finna sær sess og keypa kaffi, té ella okkurt annað gott upp í glasið og okkurt søtt afturvið.

Atgongumerki á 150 kr (+10 kr í avgjaldi) á loksholl.fo. Avmarkað pláss.

Konsertin er partur av Femifagnaðinum 2025 og 'Spæl føroyskt' vikuni.

Byrjar:
9. mars 2025
Frá kl.:
16:00
Til kl.:
17:00
Prísur:
150 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík