Poetisk teaturkonsert við Anna Kruse Trio & Stina Ekblad
Poetisk teaturkonsert við Anna Kruse Trio & Stina Ekblad
Lagt verður upp til eina serstaka og sansaliga uppliving, tá ið Anna Kruse Trio saman við sjónleikarinnuni Stinu Ekblad fara á pallin í Løkshøll Dýra Biðidag 16. mai kl. 16.00.
Við íblástri frá yrkingum hjá Edith Södergran (1892-1923) fer ein norðurlendsk jazztrio við svensku Annu Kruse á odda at framføra tónleik, sum er samansettur av jazzi, fólkatónleiki og klassiskum tónleiki, og tað er Anna, sum hevur skrivað tónleikin. Stina Ekblad fer at lesa yrkingar hjá Edith Södergran og greiða frá um hesa týdningarmiklu skaldligu røddina í svensku modernismuni. Yrkingarnar hjá Edith snúgva seg um sálarlongsul og kærleikans tráan eftir frælsi. Hóast tað eru yvir 100 ár síðani Edith doyði, bert 31 ára gomul, skrivaði hon tekstir, sum framvegis eru viðkomandi fyri okkum í dag.
Stina Ekblad er ein av mest viðurkendu sjónleikarinnunum í Norðurlondum. Hon hevur heilt serlig evni bæði á palli og filmi at fáa dýpd og nærveru í tulkingina av truplum tekstum - eisini til yrkingarnar hjá Edith Södergran, sum hon hevur framført í fleiri ár.
Svenska sangarinnan og tónasmiðurin Anna Kruse býr í Keypmannahavn og verið í mong ár verið partur av tónleikapallinum har. Umframt Annu á sang, er Anna Kruse Trio mannað av Jeppe Holst á gittara og steelgittara og Nicholas Kingo á klaver.
Teaturkonsertin hevur fingið nógv rósandi orð; "Lívsjáttandi og væl svingandi bókmentasøga", og "ein rørandi poetisk og tónlistarlig uppliving".
Atgongumerki á 150 kr (+ 10 kr í avgjaldi) á loksholl.fo