Høvundar hittast
Høvundar hittast
Danski rithøvundurin og fyrrverandi Hells Angels-limurin, Jørn Jønke Nielsen, hittir føroyska skaldabróðir sín, Høgna Mohr.
Samrøðan teirra millum varir tveir tímar. Evnini eru tilverulig og snúgva seg m.a. um lívið sum rokkari og nýggju politisku ætlanirnar, ið Jørn Jønke Nielsen hevur við flokkinum Stabilt Demokrati. Seinasta hálva tíman fáa áhoyrarar høvi at seta spurningar.
Til ber at ogna sær bøkur, ið Jørn Jønke Nielsen signerar.
Kostnaður kr. 195,- (+ 10 kr í avgjaldi)
Byrjar:
20. mai 2025
Frá kl.:
19:30
Til kl.:
21:30
Prísur:
195 kr.
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo